Um Kunngerðaportalin

Í løgtingslóg nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað verður álagt landsstýrinum at stíla fyri útgávu av einum almennum kunngerðablaði: Kunngerðablaðið.

Í Kunngerðablaðnum skulu allar løgtingslógir, kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur, ið landsstýrið gevur út, kunngerast.

Frá 1. januar 2013 er Kunngerðablaðið einans givið út talgilt og ikki í pappírsútgávu sum áður. Kunngerðaportalurin er einasti bindandi kunngerðamiðilin til løgtingslógir, kunngerðir o.a

Í Kunngerðablaðið A verða løgtingslógir og kunngerðir, givnar av landsstýrinum, kunngjørdar, og í Kunngerðablaðið B verða lógir og kunngerðir, ið ríkismyndugleikarnir geva út, kunngjørdar.

Løgmálaráðið røkir Kunngerðaportalin og hevur ábyrgdina av innihaldinum í honum.

Kunngerðabløðini hava ISSN 0907-905X